
Seinnapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og har vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Tríggir bilførarar vórðu tiknir í Gøtu. Ein koyrdi 74 kilometrar um tíman, og ferðin hjá hinum báðum varð máld til 77 kilometrar um tíman.
Á Søldarfjarðarvegnum vórðu eisini tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 76, 81 og 83 kilometrar um tíman.
Allir seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald