Innanlands

Seks klipp og tvær treytaðar frádømingar

Løgreglan var úti og gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni í gjár. Eitt minni ferðsluóhapp var í Kollfjarðatunlinum.

2019-09-28 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjármorgunin millum klokkan sjey og ellivu var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Søldarfirði og Millum Fjarða.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at har vóru fleiri, ið koyrdu alt ov skjótt bæði í bygdum og óbygdum øki.

Hetta hevði so við sær, at løgreglan mátti geva seks klipp og tvær treytaðar frádømingar av koyrikortinum.

Klokkan 13.30 í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at eitt lítið ferðsluóhapp hevði verið í Kollfjarðatunlinum.

Talan var um ein bil, sum var rendur á eitt petti av grót, sum var dottið niður, sigur vakthavandi, sum leggur afturat, at talan ikki var um nakað álvarsamt óhapp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder