Løgreglan tók í gjár seks bilførarar, sum koyrdu alt ov skjótt. Fýra fingu klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming.
Á Giljavegnum í Vágum vórðu fýra mál skrivað. Ein bilur koyrdi 115 kilometrar um tíman, og her fekk førarin treytaða frádøming.
Og tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Tveir koyrdu 107 kilometrar um tíman og ein 111 kilometrar um tíman.
Seinni vórðu ferðamátingar gjørdar í Eysturoynni, í bygdum øki í Søldarfirði. Her vóru tvey klipp í kortið. Tey koyrdu 80 og 81 kilometrar um tíman.
Grót á vegnum
Um 14-tíðina í gjár var enn eitt áarlop, tá ein á millum Skálafjørð og Skipanes leyp. Rættiliga nógv grót endaði á landsvegnum, og ein av steinunu var so stórur, at maskina mátti tilkallast fyri at fáa hann burtur, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald