2019-09-17 06:55
Ferðsluløgreglan gjøgdi ferðakanningar í gjárkvøldið í Norðurstreymoy nærhendis leynum, og staðfestast kann, at ferðin var skjót hjá teimum bilførarum, sum høvdu mestan skund.
Kanningarnar vórðu gjørdar í gjárkvøldið millum klokkan 18 og 20, og fýra mál vórðu skrásett.
Fýra av bilførarunum fáa nú klipp í koyrikortið. Teir koyrdu 105, 106, 107 og 109 kilometrar um tíman.
Tveir bilførarar fáa frádømingar av koyrikortinum. Teir koyrdu 117 og 134 kilometrar um tíman, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald