2024-01-06 18:29
Sjálvstýri hevði í dag eykaðalfund í Lamba, og tá var avgerðin um at tveita fimm limir úr flokkinum staðfest.
Teir fimm eru Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen, Bjørn á Heygum og Rógvi Fossadal.
Orsøkin er, at teir fóru ímóti floksleiðsluni í sambandi við innsavnaðu undirskriftirnar sum vórðu sendar Løgmálaráðnum so Sjálvstýri aftur kundi stilla upp.
Tann 1. november læt Sjálvstýri Løgmálaráðnum tilsamans 814 undirskriftir, og av teimum eru tær 804 góðkendar. Flokkurin er tískil góðkendur at stilla upp til komandi løgtingsval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald