2022-06-05 19:02
Seks NATO-skip sigla í løtuni í føroyskum firðum, og fyri løtu síðani sigldi eitt teirra gjøgnum Nólsoyarfjørð.
Talan var um hollendska HNLMS Karel Doorman A883. Tað stóð liðugt í 2015, er 204 metrar langt og 30 metrar breitt. Kostnaðurin var 363 milliónir evrur, sum er 2,7 milliardir krónur.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum sigur við jn.fo, at skipini skulu til Íslands.
Teir hava biðið um og fingið loyvi at leggja leiðina umvegis Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald