![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Øll sum koma til landið skulu kannast fyri korona frá 27. juni at roknað, ljóðaðu boðini fyrr í hesum mánaðinum. Men tá fyrsta flogfarið kom í Vágum í dag, var avtalan millum kanningarstovuna Thetis og Heilsumálaráðið ikki góðkend av Dátueftirlitinum.
Tí kundu tey, sum stóðu fyri kanningunum á flogvøllinum seinnapartin bara heita á ferðafólkini um at lata seg kanna.
Pál Weihe, sum er læknafakligur ábyrgdarpersónur fyri kooronakanningarnar, sigur við útvarpið, at 125 fólk lótu seg kanna, meðan seks fólk ikki vildu. Hetta eitt nú tí tey mettu seg kunna vísa á eina nýggja koronakanning.
Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er nú góðkend, so tvungna skipanin, har øll ferðandi skulu kannast, er nú farin at virka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald