Innanlands

Seks nýggir tilburðir - allir í somu smittuketu

37 fólk eru smittað av koronu í Føroyum í løtuni, men tamarhald tykist at vera á smittuspjaðingini

2021-05-28 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í kanningunum gjár, hósdagin 27. mai.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Allir tilburðir eru av kendari smittuketu, skrivar corona.fo. Í løtuni eru 37 persónar smittaðir við koronu í Føroyum.

1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er nú gjørdar 273.955 kanningar.

707 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder