Innanlands

Seks nýggir tilburðir í gjár

Fýra teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna nakrar dagar eftir komu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-23 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks nýggir tilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum, sum júst eru komin út.

Fýra teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á ávíkavist 3. og 5. degi eftir komu. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

1882 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Tveir persónar vóru í gjár staðfestir frískir aftur eftir at hava verið smittaðir við covid-19, og sostatt eru tað nú 30 positiv í Føroyum í løtuni.

Í løtuni eru tveir persónar innlagdir á sjúkrahúsi í sambandi við covid-19.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder