2020-12-25 14:36

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Fimm teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónar er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komu.
Hesi øll eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina. 864 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
41 fólk eru positiv við covid-19 í Føroyum í løtuni. 153 eru í sóttarhaldi, og tveir persónar eru innlagdir á sjúkrahúsi í sambandi við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald