Innanlands

Seks persónar smittaðir í løtuni

Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár, og tveir persónar afturat eru staðfestir frískir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-13 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Samstundis eru tveir persónar afturat staðfestir frískir aftur, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni komið niður á seks. Eingin er innlagdur.

Talið á persónum í sóttarhaldi er nú komið uppá 14. 1.215 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið, skrivar corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder