Ein svensk granskingarverkætlan um føðingar er støðgað i úrtíð, tí seks pinkubørn eru deyð – møguliga orsaka av granskingini, skrivar tv2.dk.
Granskarar á Sahlgrenska universitetssjúkrahúsinum í Göteborg vildu kanna, um tað var møguligt at bíða við at seta gongd á føðingar til 43. viðgonguviku ístaðin fyri í byrjanini av 42. viku.
Men seks av kvinnunum, sum vóru við í royndini, mistu barnið.
Støðgaða verkætlanin skuldi umfata 10.000 kvinnur á 14 svenskum sjúkrahúsum. Men bert 2.700 kvinnur náddu at vera við, áðrenn ætlanin varð støðgað.
- Tað er okkara sannføring, at tað ikki hevði verið etiskt rætt at hildið fram við royndunum, ljóðar niðurstøðan hjá granskarunum sambært The Guardian.
Orsaka av kanningini mæla svenskir granskarar nú til at seta føðingar í gongd í seinasta lagið fyrsta dagin í 41. viku, kallað 41+0.
Tað hava svensk sjúkrahús valt at rætta seg eftir. Men hetta broytir ikki upp á danska tilmælið, sum framvegis ljóðar áðrenn 42. viku, skrivar tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald