Uttanlands

Seks prosent av onglendingunum hava havt koronu

Hetta vísir nýggj kanning, har fleiri enn 100.000 fólk luttóku.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-13 15:38 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Nærum seks prosent av íbúgvunum í Onglandi hava helst verið smittaðir við covid-19 tá farsóttin var uppá tað ringasta.

Tað siga granskarar, sum eru í ferð við at kanna hvussu útbreitt smittan hevur verið í landinum. Tað skrivar The Guardian.

Fleiri enn 100.000 fólk luttóku í kanningini, og nærum seks prosent av teimum høvdu koronu-andevni í blóðinum.

Kanningin vísir eisini, at smittan var meira útbreitt millum svørt, asiatar og aðrar etniskar minnilutabólkar.

Um fólkini í kanningini eru umboðandi fyri fólkatalið er sannlíkt, at 3,4 milliónir onglendingar hava verið smittaðir í endanum av juni mánað.

Tilsamans 313.798 persónar eru kannaðir positivt fyri covid-19 í Stóra Bretlandi. 270.971 av tilburðunum hava verið í Onglandi. Tað svar til einans 0,5 prosent av íbúgvunum í landinum. Ongland hevur umleið 56 milliónir íbúgvar.

Men nýggja kanningin vísir, at nógv fleiri kunnu hava verið smittað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder