Innanlands

Seks smittutilburðir staðfestir í gjár

Talið á persónum, sum eru smittaðir í løtuni, er nú 48 – Allir nýggju tilburðirnir eru partur av kendari smittuketu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-30 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu seks koronutilburðir afturat staðfestir, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum. Enn einaferð er bert talan um tilburðir, sum eru partur av kendari smittuketu.

Sostatt eru 48 persónar staðfestir smittaðir í Føroyum í løtuni.

Tilsamans 718 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 669 eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

867 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 276.360 kanningar gjørdar í Føroyum.

504 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder