
Í gjár vórðu seks persónar staðfestir covid-19 positivir í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tað er enn óvist, hvussu fimm teirra eru blivin smittað, men helst hava tey fimm verið í sambandi við hvør annan. Ein persónur hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á triðja degi. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Samstundis sum seks tilburðir eru komnir afturat, eru seks onnur eisini staðfest frísk, og talið á positivum er tí óbroytt síðan í gjár.
Tilsamans hava nú 620 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og av teimum eru 564 staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 56 persónar enn smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 208 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 839 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 201.388 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald