Innanlands

Seks verkætlanir fingið stuðul til grønmetisframleiðslu

Tá freistin var farin, vóru seks umsóknir komnar inn, og søkt var um tilsamans 1,3 milliónir krónur

(Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

(Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

2023-08-19 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seks verkætlanir hava fingið stuðul til grønmetisframleiðslu í Føroyum.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 eru játtaðar 800.000 krónur til endamálið.

Endamálið við játtanini er at økja um vitan, royndir og kunnleika, sum kunnu vera við til at menna framleiðsluna av dygdargóðum grønmeti, sum verður framleitt í Føroyum. Stuðul kann veitast einstaklingum, feløgum og felagsskapum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Lýst varð alment eftir umsóknum, og tá ið freistin var farin, vóru seks umsóknir komnar inn, og søkt var um tilsamans 1.299.531 krónur.

  • Jógvan Fróði Hansen / Biofar søkir um stuðul at halda fram við verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna, hvussu tað ber til at avmarka skaðan, sum kálflugan hevur á grønmetisframleiðslu í Føroyum, í hesum føri á røtur. Talan er um eina trý-ára verkætlan, sum fyrstu ferð fekk stuðul í fjør. Søkt var um 157.180 krónur, og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 125.000 krónur.
  • Poul A. í Homrum søkti um stuðul til eina verkætlan, sum hevur til endamáls at velta epli við bara at brúka biotøð sum føðsluevni. Søkt var um 74.400 krónur, og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 42.500 krónur.
  • Veltan, Grøni háskúlin og Búnaðarstovan hava søkt um stuðul at seta gartnara el. tíl., sum kann ráðgeva innan grønmetisframleiðslu, og at fáa gongd aftur á virksemið hjá Veltuni á Sandi. Málið er við tíðini at skapa ein miðdepil fyri at menna grønmetisframleiðslu í Føroyum. Søkt var um 800.000 krónur, og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 525.000 krónur.
  • Heri Guttesen hevur søkt um stuðul at fara undir hydroponics-framleiðslu í einum fjósi. Søkt var um 40.000 krónur, og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 20.000 krónur.
  • Hans Poulsen hevur fingið játtað 500 krónur at keypa plantutilfar til at dyrka jarðkneysar.
  • Gestur Hovgaard, Búgvi Matras Kristiansen og Teitur Árnason Dahl søktu um 227.451 krónur og fingu játtað 85.000 krónur. Endamálið er at seta gongd á vinnuliga grønmetisframleiðslu við eplum og rótum í Fugloy.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder