2024-01-03 11:37
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava sekstan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2023.
Hetta er tað hægsta talið higartil, skrivar Granskingarráðið.
Av teimum 16, sum hava lokið ph.d-prógv í 2023, hava 11 verið innskrivað uttanlands, trý í Føroyum og tvey dupultinnskrivað í Danmark og Føroyum. Níggju av verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.
Yvirlit yvir tey, sum hava lokið ph.d-prógv í 2023, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald