2019-10-25 20:15
Dagur & vika nummar 6000 var í kvøld send í sjónvarpinum.
Sendingin fór í luftina á fyrsta sinni í 1984, og var fyrstu tíðina einaferð um vikuna. Seinni tað árið var farið undir at senda tvær ferðir um vikuna, og seinnu árini hevur Dagur & vika verið fýra ferðir um vikuna.
Dagur & vika er einasta regluliga sjónvarpstíðindasending í landinum.
Í løtuni verður sent úr fyribilsstudio í Kringvarpshøllini, men flytir í næstum í nýumvælt studio við nýggjum tøkniligum hentleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald