Stórt rúsevnismál hevur um dagarnar verið fyri í Føroya rætti, og í dag varð dómur sagdur.
Tveir føroyingar eru dømdir fyri at hava smuglað og selt stórar mongdir av hassji. Løgreglan legði í fjørsummar hald á 28,5 kilo av hassji í einum húsum í Havn, og metir at 22 kilo longu frammanundan vóru seld. Tað hevur eitt virði á næstan 16 milliónir krónur.
Annar maðurin fekk tvey ár og sjey mánaðar fongsulsrevsing, meðan hin fekk tvey ár og tríggjar mánaðir.
Ein triði maður var eisini ákærdur í málinum, men hann varð fríkendir fyri at hava smuglað og selt. Hinvegin bleiv hann dømdur fyri harðskap, hóttanir eftir lívinum og frælsistøku. Maðurin sum var útlendingur fekk fýra mánaðar fongsul og verður vístur av landinum, sigur Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald