Ein málningur eftir franska málaran, Claude Monet, varð í gjár seldur á uppboði fyri methøgt boð.
Talan er um ein málning í røðini ”Meules”frá 1890. ”Meules” merkir ”Sátur”. Málningurin varð seldur á eini uppboðssølu hjá Sotheby’s í New York fyri 110,7 milliónir dollarar, umleið 736 milliónir krónur.
Sølan er met fyri ein franskan listamann, og er eisini millum tíggju tey hægstu boðini, sum nakrantíð eru givin á eini slíkari uppboðssølu, skrivar AFP.
Hetta var fyrsta ferð síðan 1986, at Sotheby’s hevði ein málning í ”Meules”-røðini til sølu. Claude Monet málaði 25 verk í hesi røðini. Tað hendi veturin 1890/91 í heiminum í Giverny í Normandínum.
Øll 25 verkini vísa sama motiv, sum Monet kannaði ymsar tíðir av samdøgrinum á ymsum árstíðum.
Ein annar málningur í somu røð var í november 2016 seldur hjá Christie’s í New York fyri 81,4 milliónir dollarar.
Ónevndi savnarin, sum hevði sett henda málningin til sølu, keypti sjálvur málningin í 1986 á uppboðssølu fyri 2,5 milliónir dollarar.
Gamla sølumetið fyri ein Monet-málning var 84,6 milliónir dollarar, sum varð sett í mai í fjør fyri málningin "Nymphéas en fleur" – ein av kendu málningum hansara av nyksblómum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald