Mentan

Selma Ellingsgaard á fyrsta sinni í Ribarhúsi

Framsýningin í Ribarhúsi í Fuglafirði letur upp leygardagin 28. november, og hongur hon uppi til 31. desember

2020-11-25 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin, 28. november, letur Selma Ellingsgaard málningaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Selma er av á Eiði og hevur eisini ættarbond til Fuglafjarðar. Hetta er fyrstu ferð, Selma sýnir fram í Ribarhúsi.

Føroyska náttúran, ikki minst bergtakandi náttúran, har Selma sleit sínar barnaskógvar, er rótfest í sál og sinni og ótømandi kelda til íblástur, sigur hon. Hon málar eisini so mangt annað, sum er bæði figurativt og meira abstrakt.

Sum barn og hálvvaksin elskaði hon at tekna og mála, og neistin kyknaði veruliga aftur í 2014, tá hon slapp á kvøldskúlaskeið í Havn. Síðani hevur hon ikki slept penslinum, og fleiri ár á rað hevur Selma verið á listaskeiðum í bæði Føroyum og Danmark. Harumframt hevur hon leitað sær íblástur á netinum og roynt seg á ymsum økjum innan málningalist og tekning.

Seinastu árini hevur Selma luttikið á nøkrum málningaframsýningum í Føroyum umframt á tveimum framsýningum í Danmark í fjør.

Framsýningin hjá Selmu letur upp leygardagin klokkan 17, og verður hon opin til klokkan 21. Vitjandi fáa ein góðan drekkamunn og glögg, nú jólini nærkast.

Framsýningin, ið hongur uppi til 31. desember, kann vitjast, tá húsini eru opin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder