Mentan

Selma Johannesen sýnir fram í Smiðjuni

Kallar sjálv sínar málningar fyri naivar - fær íblástur frá børnum hon arbeiðir við sum námsfrøðingur

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2020-05-15 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við málningum hjá Selmu Johannesen. Selma er námsfrøðingur og búsitandi í Miðvági.

Hon hevur nú málað í nøkur ár eftir at hava verið á fleiri skeiðum hjá ymsum føroyskum listafólkum.

- Eg máli mest naivar málningar. Mær dámar sera væl at verða skapandi. Íblásturin at mála fái eg úr ymiskum gerandisløtum. Eg havi arbeitt nógv við børnum og fingið mangan íblásturin av tekningum teirra, til glaðu motivini. Eri góð til at eygleiða og leggi merki til smáu detaljirnar, og kann gott fáa ein málning burturúr tí.

- Listarfólk í navistiska heiminum, hugtaka meg eisini, og geva mær eisini íblástur til mína list, sigur Selma í tíðindaskrivi.

Framsýningin í Smiðjuni letur upp seinnapartin í dag og heldur fram til og við týsdagin 19. mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder