Uttanlands

Selur Nobel-heiðursmerki fyri at hjálpa Ukraina

Dmitrij Muratov, ein russiskur journalistur, sum í fjør vann Friðarheiðursløn Nobels, ynskir at selja sítt gullheiðursmerki á uppboðssølu til frama fyri ukrainsk flóttafólk

Dmitrij Muratov ynskir at selja hetta heiðursmerkið og brúka peningin til at hjálpa Ukraina (Mynd: AFP)

Dmitrij Muratov ynskir at selja hetta heiðursmerkið og brúka peningin til at hjálpa Ukraina (Mynd: AFP)

2022-03-23 18:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dmitrij Muratov, sum vann Friðarheiðursløn Nobels í fjør, hevur boðað frá, at hann ynskri at hjálpa krígsrakta Ukraina við at selja heiðursmerkið, sum hann fekk í hesum sambandi.

Heiðursmerkið, sum er úr gulli, skal seljast á uppboðssølu, og allur vinningurin skal latast Ukraina. Tað er í øllum førum ætlanin.

– Vit heita á auktiónshús, sum kunnu seta hetta heimskenda heiðursmerki til sølu, um at seta seg í sambandi við okkum, sigur hann sambært Ritzau.

Dmitrij Muratov er journalistur og redaktørur á Novaya Gazeta, leiðandi andstøðublaðið í Russlandi. Hann fekk í fjør Friðarheiðursløn Nobels saman við filipinsku Maria Ressa fyri teirra arbeiði fyri at verja talufrælsið.

Við uppboðssøluni ynskir Muratov at hjálpa "friðarligum fløttum og særd og sjúk børn, sum hava tørv á bráfeingis viðgerð".

Blaðið hjá Muratov boðaði frá, stutt eftir at russiska innrásin í Ukraina var byrjað, at tey ikki fóru at taka hendingarnar í Ukraina við í tíðindaflutning teirra.

Orsøkin til hetta var nýggja russiska lógin, sum ásetur, at miðlar skulu lýsa gerðirnar hjá russarum í Ukraina sum ein hernaðarlig atgerð. Tað er ikki loyvt at brúka orð sum kríggj, innrás ella álop. Ger mann kortini tað, kann miðilin vænta sær eina bót á tað, sum svarar til nærum 400.000 krónur.

Novaya Gazeta er ein av teimum fáu miðlunum, sum eru eftir í Russlandi, sum finnast at russisku stjórnini og bera fram sjónarmiðini hjá andstøðuni. Síðan ár 2000 eru seks av jorunalistunum og starvsfólkunum hjá blaðnum dripnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder