Í gjárkvøldið var seinna undanumfar av árins Sement-tónleikakapping á Reinsarínum, har síðstu finalistarnir vórðu funnir, og nú er greitt, hvørji seks nøvn verða at hoyra í finaluni, sum verður leygarkvøldið 27. apríl.
Í farnu viku var fyrsta umfar, har bólkurin Ókendir og einstaklingurin Jákup Eli komu víðari, og í gjárkvøldið vórðu heilir fýra finalistar afturat funnir.
Tey, sum framførdu í gjár vóru Ester Skála, Volapuck, Ragnar Finsson, gówa, og Ása Brynjardóttir, og dómsnevndin valdi at senda Ragnar Finsson og bólkin gówa víðari.
Um Ragnar Finsson segði dómsnevndin m.a., at hann var nærverandi, fangaði fjøldina beinanvegin, og framførslan var gjøgnumførd.
Um gówa varð m.a. sagt, at framførslan var varierað og heilstoypt. Oddakvinnan fekk bólkin at blomstra, sumstundis sum hon sjálv bergtók øll.
Umframt hesi bæði nøvnini, varð avgjørt at hava tvey wildcards, og tí hevði ein dómsnevnd valt tveir afturat millum allar ársins luttakarar at senda víðari. Teir báðir síðstu finalistarnir gjørdust Ester Skála og Ása Brynjardóttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald