Mentan

Sement: Marius DC, Impartial og Tiger på Spring í finaluni

Saman við SWAY, RSP, Daniu O. Tausen og Daniel verða tey at hoyra í finaluni, sum verður í Reinsarínum komandi leygarkvøld, 30. apríl

2022-04-24 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var triðja og seinasta av innleiðandi umførunum í ársins útgávu av tónleikakappingini Sement í Reinsarínum í Havn, og eru nú allir finaluluttakararnar funnir.

17 bólkar hava luttikið í ársins Sement-kapping, og sjey teir seinastu skuldu framføra í gjár. Tey, sum framførdu í gjár vóru Amona, Dóttir, iKai, Marius DC, Tiger På Spring, Bláni, og Impartial.

Í fyrsta umfari, sum var 9. apríl, vóru tað SWAY og RSP, sum komu víðari, 16. apríl vóru tað Dania O. Tausen og Daniel sum komu víðari, og í gjárkvøldið skuldu heilir tríggir finaluluttakarar finnast. Teir gjørdust hip hop tónleikarin Marius DC, tungmálmsbólkurin Impartial og danski punkbólkurin Tiger på Spring.

Impartial hevur vunnið føroysku útgávuna av Wacken Metal Battle fyri nøkrum árum síðani, og skulu teir umboða Føroyar á Wacken Open Air í Týsklandi, ið er ein av heimsins størstu metal festivalum.

Manningin er: Jákup Ólavsson (sang), Jógvan Jóhannesen (trummur), Bjørn Askham Bjarnasson (gittar), Bárður Eyðbrittarsson (gittar), og Oddmar Hermansen (Bass).

Tiger På Spring kann best lýsast við at tveita Talking Heads, Peter Gabriel og grunge í ein blendara. Hetta er tónleikur við fangandi løgum, sum øll kunnu syngja við til. Í 2021 spældi bólkurin 30 konsertir og fingu heitislagið í stuttfilminum “Vaskedag”, sum bleiv vístur á altjóða filmsfestivalinum OFF21. Ein filmur, sum eisini vann fleiri heiðurslønir.

Manningin er: Jonas Hammer (sang og gittar), Frederik Blicher (trummur), Rune Bonde (bass), og Alfred Hedemann (synth).

Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin, sum eitt av bestu og mest sjónligu nøvnunum í Sementkappingini í 2019. Hetta var byrjanin til eitt ár hendingaríkt ár við trimum stakløgum og eini EP, ið høvdu við sær heiðurin ársins nýggja navn á Faroese Music Awards. Í ár er triðju ferð, at Marius CD luttekur í Sement.

Manningin í bólkinum er: Marius Dam Christophersen (rødd), Elin Maria Hansen (bass), og Benjamin Tausen á Lava (gittar og klaver).

Finalan í Sement verður í Reinsarínum komandi leygarkvøld, 30. apríl klokkan 20.

Dagførd kl. 9.38

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder