Mentan

Sement tónleikakappingin verður 24. oktober

Nú aftur høvi hjá nýggjum bólkum at vísa seg fram fyri stø

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-13 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næsta vikuskiftið verður árliga tónleikakappingin. Kappingin verður leygarkvøldið 24. oktober, men um fleiri tónleikabólkar melda til, so verður innleiðandi umfør eisini.

Sement er ein tónleikakapping sum Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur. Reinsaríið í Tórsgøtu verður aftur í ár karmur um Sement.

Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. Bólkurin skal í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur, eru loyvdar.

Sement hevur tikið táttin upp, eftir tónleikakappingini Prix Føroyar. Kappingin letur teir ungu og nýggju bólkarnar, fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum. Tónleikararnir fáa harvið okkurt at venja fram ímóti og verða teir meira motiveraðir, at gera egnan tónleik, at verða sæddir og fáa dirvið til at halda áfram, við tí teir gera.

Dómarar í har eru Greta Svabo, John Egholm og Knút Háberg Eysturstein.

Sement hevur m.a sett gongd á yrkisleiðina hjá eitt nú Hamferð, Konni Kass, Jasmin, Guðrun og Bartal, Marius DC og Reality Bytes.

Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi. Freistin at melda til er á midnátt sunnukvøldið.

Tilmelding   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder