Pápar í Norðurlondum brúka bara 10-30 prosent av samlað barslinum. Frágreiðingin “State of Nordic Fathers” kannar, hví so er, og vísir á møguleikar at økja lutin hjá pápum í ansing og barsli.
Umframt framløgu av frágreiðingini, fara landsstýrisfólkini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum við ábyrgd av barsilsskipanini, at taka orðið.
Eisini verður pallborð, har embætisfólk úr Norðurlondum fara at umrøða frágreiðingina, og hvussu barsilsskipanirnar eru í sínum landi, og hvørja ávirkan hetta hevur á javnstøðu millum kynini.
Seminarið verður frá kl. 14 til 16 í Norðurlandahúsinum .
Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug.
Les meira her.
- Almannamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald