Innanlands

Semingsmaðurin drigin í samráðingarnar við Starvsmannafelagið

Stóra fakfelagið hjá teimum alment settu ynskir eina nøktandi lønarhækkan til limir sínar

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-17 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Semingsstovnurin er nú drigin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og størsta fakfelag í landinum, Starvsmannafelagið.

Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør, og síðan hava fleiri samráðingarfundir verið um nýggjan sáttmála, men uttan at komið er á mál.

Í dag vóru so boð send eftir Terje Sigurðsson, semingsmanni, sum hevur tosað við partarnar í dag, sambært Kringvarpinum.

Semingsmaðurin hevur biðið um tilfar frá pørgunum, og væntandi byrja semingsroyndirnar í komandi viku, skrivar kvf.fo.

Á heimasíðu síni vísir Starvsmannafelagið á, at limir felagsins hava verið fyri vanbýti, og liggja langt aftanfyri í lønarlagnum í mun til reallønarvøksturin, sum hevur verið í samfelagnum.

Starvsmannafelagið vísir á frágreiðingina hjá danska Tjóðbankanum frá november, sum vísti á, at reallønarvøksturin tey seinastu 6-7 árini hevur verið millum 20 prosent tilsams, ella ein vøkstur á 2,6 prosent árliga.

Men hjá limum Starvsmannafelagsins hevur vøksturin bert verið 2 prosent, og tí vanta 4,5 prosent í fyri at limirnir kunnu koma upp á støðið hjá restini av løntakarunum.

- Soleiðis metir Starvsmannafelagið tað ikki vera meira enn rímiligt, at limir felagsins nú fáa eina nøktandi lønarhækkan, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni.  

Les eisini: Lagt upp til stríðsval í Starvsmannafelagnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder