Innanlands

Semingsstovnurin komin upp í leikin

Hevur samskifti við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelagið í dag. Sáttmálin millum partarnar gekk út 1. oktober 2020

Terje Sigurðsson er annar av semingsmonnunum. Í dag eru hann og  Fróði Sivertsen byrjaður við semsingsroyndunum (Mynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson er annar av semingsmonnunum. Í dag eru hann og Fróði Sivertsen byrjaður við semsingsroyndunum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-20 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálin hjá Ljósmøðrafelagnum við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum gekk út fyri langari tíð síðani -  1. oktober 2020.

Mánadagin varð Semingsstovnurin boðsendur fyri at hjálpa við at finna semju millum partarnar, og í dag hava Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen samtalur við Lønardeildina og við Ljósmøðrafelagið. 

Hetta er fyrsta royndin hjá Semngsstovnurin at loysa knútarnar millum feløgini. 

Í 2018 fóru limirnir í Ljósmøðrafelagnum í verkfall, eftir at semja ikki varð funnin í sáttmálasamráðingunum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder