Innanlands

Semingsstovnurin tilkallaður

Tá komið varð til lønarhækkingarnar, slitnaðu samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Nú er upp til semingsstovnin at finna semju um lønarlagið

(Mynd: Starvsfelagið)

(Mynd: Starvsfelagið)

2021-11-29 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, eru slitnaðar. Boð eru nú send eftir semingsstovninum.

Hetta boðar Starvsfelagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Her harmast felagið um , at partarnir ikki kunnu finna semju um lønarspurningin í frælsum samráðingum.

Starvsfelagið skrivar, at samráðingarnar annars hava gingið væl og siðiliga fyri seg. Nógvir fundir hava verið, har fleiri viðurskifti, ið betra um sáttmálaviðurskiftini hjá limum okkara, eru komin upp á pláss. 

Men tá ið kravið um lønarhækkingar skuldi viðgerðast, steðgaði alt upp. Og eftir ynski frá arbeiðsgevararunum varð Semingsstovurin boðsendur í dag.

Sambært Starvsfelagnum bar einki til, tá lønarkarmurin skuldi avtalast. Felagið undrast á, at arbeiðsgavararnir kasta frá sær nú, tí tá avtornaði var tað sera lítið, sum skilti partarnar.

- Tveita ábyrgdina frá sær
- Við ynskinum um at fara til Semingsstovnin hava almennu arbeiðsgevararnir enn einaferð tveitt ábyrgdina frá sær, skrivar Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum í skrivinum.

- Tað ger, at vit seta eitt stórt spurnartekin við, um arbeiðsgevararnir yvirhøvur eru førir fyri ella búnir til at taka avgerðir um, hvussu lønarlagið skal verða í okkara samfelag – í frælsum samráðingum.

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum við KAF og FMR vóru uppsagdir til 1. oktober. Galdandi sáttmálar eru í gildi, meðan samráðst verður og til partarnir hava vrakað eitt møguligt semingsuppskot ella semingsstovnurin hevur kastað frá sær. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder