Innanlands

Semingsstovnurin noyðist upp í leikin

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava eftir 11 samráðingarfundir ásannað, at tey ikki finna eina loysn á sáttmálatrætuni í løtuni

Per Martin Gregersen, formaður í KAF, sum hevur sent fráboðanina út í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Per Martin Gregersen, formaður í KAF, sum hevur sent fráboðanina út í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-05 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðsta mánaða fóru umboð fyri Heilsjuhjálparafelag Føroya av fundi við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eftir bert 20 minuttum.

Hetta var eftir, at eitt sáttmálauppskot varð lagt fram fyri fakfelagið. Mary Antonsdóttir og hini vóru tó alt annað enn nøgd við tað.

[object Object]
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum (Mynd: Faroephoto)

Síðani hevur samband verið millum partarnar aftur, men eftir samanlagt ellivu samráðingarfundir hava partarnir staðfest, at teir koma ikki víðari við samráðingunum.

Tað, sum semja er um, er at senda boð eftir Semingsstovninum. Vónin er, at hetta skjótt kann fáa eina enda á drúgvu samráðingunum, sum byrjaðu nakað fyri nýggjár. 

Hetta er greitt, eftir at KAF í dag kunnar um, at Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya eru slitnaðar

Verandi sáttmáli gekk út 1. oktober 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder