Innanlands

Semingsuppskot lagt fyri partarnar

Seinnapartin hevur verið arbeitt við at finna eina semju millum partarnar í drúgva verkfallinum. Úrslitið fyrliggur væntandi seinni í kvøld

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-09 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinni í kvøld verður væntandi greitt, hvat úrslitið verður av semingini, sum Semingsstovnurin í dag hevur tikið upp millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Partarnir hava fingið eitt semingsuppskot at taka støðu til, og tað ganga ikki nógvir tímar til vit vita, um vit hava eina semju ella ikki, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið fyri løtu síðan.

Hann sigur, at partarnir hava flutt seg nokk til at tað eru útlit fyri at fáa eina semju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder