Seinastu tíðina hevur Semingsstovnurin verið íblandaður, tí tað gekk ov striltið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Skipara- og Navigatørfelagi at finna semju um ein nýggjan sáttmála.
Nú er ein nýggjur try-ára sáttmáli so komin uppá pláss. Hann hevur afturvirkandi kraft til 1. oktober 2022, tá tann undanfarni gekk út, og er hann galdandi til til 30. september 2025.
Lønarhækkingarnar eru: Frá 1. oktober 2022 er hækkingin 3,8 prosent. Frá 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 prosent. Frá 1. oktober 2024 er hækkingin 4,75 %
Heimasíðan hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skrivar, at semingsstovnurin handaði fyrrapartin í dag, 14. mars, pørtunum semingsuppskot, sum partarnar tóku undir við.
Aðrar broytingar eru gjørdar í sáttmálanum - eitt nú eru dagføringar gjørdar í § 15 um barsil og í § 16 um eftirsitiløn. Eisini er protokollat avtalað millum partarnar, sum hevur til endamáls at meta, skrivar kaf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald