Semja er nú funnin millum japansku eigararnir av bingjuskipinum Ever Given og myndugleikarnir í Suez-veitini, SCA. Sostatt verður skipið, sum hevur verið afturhildið síðan 29. mars, leyslatið aftur.
Tað var 23. mars, at 400 metra langa skipið, sum hevði einar 20.000 bingjur umborð, sigldi seg fast í Suez-veitini og forðaði fyri, at skipaferðsla slapp í gjøgnum, intil tað varð fingið leyst aftur eina viku seinni.
Myndugleikarnir í Egyptalandi kravdu síðani, at eigararnir skuldu rinda teimum endurgjald fyri mistar inntøkur fyri vikuna, sum teirra skip forðaði allari sigling gjøgnum Suez-veitina, og tí varð skipið afturhildið. Men, sum áður nevnt, er nú semja funnin í málinum, og verður skipið leyslatið.
Sambært Ritzau er ikki greitt, hvat semjan hevur við sær, men SCA hevur áður kravt eitt endurgjald á 916 mió. dollarar (5,74 mia. í okkara krónum). Seinni varð kravið tó lækkað til 550 mió. dollarar (3,45 mia. krónur).
The Guardian skrivar, at Ever Given sleppur at sigla úr veitini mikudagin, tá semjan verður undirskrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald