2025-03-20 09:47

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri partarnar klokkan eitt í nátt, skrivar Vinnuhúsið á netinum.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.
Harvið eru samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fyri handilsskip, komnar á mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald