Innanlands

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám

Semja um nýggjan sáttmála varð undirskrivað 9. januar

2024-01-13 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

9. januar skrivaðu Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám undir nýggjan sáttmála.

Talan er um eina trý ára semju, sum byggir á sama karm sum við undafarin feløg i hesum samráðigarumfarinum: 3,8 prosent fyrsta árið, 4,2 prosent næsta árið og 4,75 prosent triðja árið.

Fyri jól gjørdi Fíggjarmálaráðið somuleiðis semju við tvey feløg á Apoteksverkium; Farmakonomforeningen og Pharmadanmark. Hesar semjur byggja á sama karm sum hjá øðrum feløgum, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Fíggjarmálaráðið samráðist í løtuni við fleiri onnur feløg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder