Innanlands

Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet

Hósdagin varð nýggjur tvey ára sáttmáli fyri starvsfólk i Føroya Banka, Trygd og Skyn undirskrivaður

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2025-03-17 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn.

Partarnir eru samdir um lønarhækkan upp á 4,32% fyrsta árið og 3,87% annað árið. Harumframt eru aðrar broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálanum, sum innihalda krøv frá báðum pørtum, skrivar Vinnuhúsið.

Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingatíðarskeiðnum, sum byrjaði 1. mai í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder