Innanlands

Semja millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið

Partarnir hava í dag undirskrivað trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024

(Mynd: fmr.fo)

(Mynd: fmr.fo)

2022-01-13 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið hava í dag undirskrivað semju við Starvsfelagið, um ein trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.

Semjan inniber, at lønirnar hækka soleiðis:

  • Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar við 1,25 %.
  • Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á lønarstigunum 1-20 við 740 krónum og á lønarstigunum 20-50 við 540 krónum.
  • Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.

Hetta svarar til ein samlaðan lønarkarm á 6,2 % yvir trý ára skeiðið.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum ávikavist Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Starvsfelagið, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuna.

Semjan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder