Fyri aðru ferð uppá eitt hálvt ár hevur Høgni Hoydal verið á fundi við Ling Ji, sum er kinesiskur varahandilsmálaráðharri.
Í gjár hittust partarnir á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn - í oktober í fjør var landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum á vitjan í Beijing.
- Tá varð avrátt, at farast skuldi undir at fyrireika neyðugu stigini til formligt samskifti um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina. Fundurin hesaferð hevði til endamáls at tryggja framgongd í fyrireikingunum, og umrøða tættari búskaparligt samstarv millum londini.
Soleiðis skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari.
Hoydal og Ji, umframt stjórnurnar, hava áhuga í at økja um samhandilin. Tað liggur ikki nakaða sáttmálauppskot á borðinum enn, men sambært uvmr.fo, varð semja gjørd um at halda fram við fyrireikandi ráðføringunum um ein fríhandilssáttmála millum Kina og Føroyar.
- Umframt fríari marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur í Kina, varð komið inn á tørvin á samstarvi um grøna orkuskiftið og møguleikarnar hjá veitingar- og tænastuvinnum á kinesiska marknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald