Longini kring Norðsjógvin skulu nú samstarva tætt til tess at økja um trygdina og verja kritiska undirkervið á botninum á Norðsjónum.
Noreg, Danmark, Belgia, Niðurlond, Týskland og Stórabretland skrivaðu í gjárkvøldið undir eina avtalu um hetta. Tað boðar eitt nú danska ráðharraráðið fyri veðurlag, orku og veiting frá í einum tíðindaskrivi.
Norðsjógvurin verður í skrivinumk lýstur sum eitt komandi “knútapunkt” fyri kritiskan infrastruktur, sum bindir Evropa saman eitt nú við elkaðalum, gassrørum og telesamskifti, stendur millum annað í skrivinum.
- Harðliga framferðin hjá Russlandi undirstrikar at veitingarpolitikkur eisini er trygdarpolitikkur, sigur danski ráðharrin við veðurlags-, orku- og veitingarmálum, Lars Aagaard við dr.dk.
Londini skulu í týðandi umfangi gjøgnumganga verandi trygdarskipanir og deila kunning og vitan, stendur í avtaluni.
Hóttanir móti kaðalum og leiðingum á havbotninum gjørdust viðkomandi í trygdarpolitiska kjakinum eftir at Nord Stream gassleiðingarnar í Eystrasalti vórðu sprongdar, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald