Innanlands

Semja um at virka fyri betri marknaðaratgongd

- Farið er undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil millum Føroyar og Kina.

Bárður á Steig Nielsen og Ling Ji skriva undir avtaluna (Mynd: ufmr.fo)

Bárður á Steig Nielsen og Ling Ji skriva undir avtaluna (Mynd: ufmr.fo)

2026-10-22 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Ling Ji, varahandilsmálaráðharri, semjuskjal í Beijing. Semjuskjalið er eitt týdningarmikið stig í eini longri tilgongd at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Kina og leggur lunnar undir víðari arbeiðið at virka fyri einum fríhandilssáttmála, verður sagt í tíðindaskrivi frá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum. 

Semjuskjalið byggir á eitt áralangt arbeiði at menna handilslviðurskiftini landanna millum. Eitt týðandi stig varð tikið í fjør, tá heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl vórðu undirritaðar. Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við hesum arbeiði, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil.

- Føroyska vinnan skal hava góðar fortreytir at virka á altjóða marknaðum. Tí er umráðandi, at vit støðugt kanna nýggjar møguleikar og arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Við semjuskjalinum styrkja vit grundarlagið undir handilssamstarvinum við Kina, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Áðrenn undirritanina hevði landsstýrismaðurin fund við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við Cai Wei, varauttanríkisráðharra. Á báðum fundunum fegnaðust partarnir um semjuskjalið og umrøddu týdningin av hesum fyri samstarvið. 

[object Object]
Bárður á Steig Nielsen heilsar upp á Cai Wei, varauttanríkisráðharra (Mynd: ufmr.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder