Uttanlands

Semja um brexit-avtalu

Boris Johnson og Jean-Claude Juncker eru komnir fram til semju, sum skal viðgerast av ES-tjórnarleiðarunum í dag og bretska tjóðartinginum leygardagin

Boris Johnson og Jean-Claude Juncker hava funnið fram til semju í Brússel (Mynd: EPA)

Boris Johnson og Jean-Claude Juncker hava funnið fram til semju í Brússel (Mynd: EPA)

2019-10-17 11:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og formaðurin fyri ES-nevndina, Jean-Claude Juncker, vátta nú, at tey eru komin fram til eina brexit-avtalu millum ES og Bretland.

- Har tað er vilji, er eisini ein vegur, og tað er prógv um okkara skuldbinging um at finna fram til eina semju, skrivar Jean-Claude Juncker millum annað á Twitter.

- Vit hava eina góða nýggja avtalu, sum gevur okkum avgerðirnar aftur – nú skal tjóðartingið bara bera avtaluna heim leygardagin, so vit kunnu koma víðari við hinum raðfestingum okkara, so sum livistøði, heilsuverk, brotsverk og umhvørvi, skrivar Boris Johnson á Twitter.

Partarnir hava verið í samráðingum í fleiri dagar.

Nú er ætlanin, at tey 27 limalondini í ES, sum savnast til toppfund seinnapartin, skulu viðgera uppskotið.

Verður avtalan góðkend av stats- og stjórnarleiðarunum, skal hon leggjast fyri bretska tjóðartingið leygardagin, og tað kann møguliga gerast trupult fyri Boris Johnson, skrivar dr.dk.

Les eisini: Norðurírar taka ikki undir við brexit-avtaluni

Spurningurin er um, hvat norðurírski DUP-flokkurin sigur. Tey hava 10 sessir í tjóðartinginum. Teirra áskoðan hevur týdning, ikki bert vegna tær 10 atkvøðurnar, men eisini tí at fleiri konservativir tinglimir siga, at áskoðanin hjá norðurírska bróðurflokkinum hevur týsning fyri, hvussu tey atkvøða. Og Boris Johnson hevur brúk fyri øllum konservativum atkvøðum.

Bretska tjóðartingið verður kallað saman fyrrapartin leygardagin.

Verður avtalan góðkend í bretska tjóðartinginum, skal hon víðari til Europa-tingið til góðkenningar, helst í komandi viku.

Danmarks Radio skrivar úr Brússel, at har verður roknað við at avtalan verður samtykt bæði av statsleiðarunum og ES-tinginum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder