Uttanlands

Semja um gjaldsloftið í USA

Amerikanski forsetin Joe Biden og republikanski leiðarin í Umboðsmannatinginum, Keven McCarthy, eru vornir samdir um eina avtalu um gjaldsloftið. Nú skal Kongressin taka endaliga støðu.

Leiðarin í Umboðsmannatinginum, Keven McCarthy og Biden forseti eru vornir samdir um eina avtalu um gjaldsloftið og forða harvið fyri fíggjarligari kreppu. Nú skal Kongressin góðtaka avtaluna.

Leiðarin í Umboðsmannatinginum, Keven McCarthy og Biden forseti eru vornir samdir um eina avtalu um gjaldsloftið og forða harvið fyri fíggjarligari kreppu. Nú skal Kongressin góðtaka avtaluna.

2023-05-28 10:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Avtalan inniber, hvussu nógv USA kann læna av pengum til at halda samfelagshjólunum gangandi. Her er m.a. talan um pengar til vælferðarskipanir. Nú um dagrarnar útsetti fíggjaráðharrin Janet Yellen freistina fyri at kunna forða fyri eini vanlukku. Um so er at USA ikki megnar at rinda sína skuld, so vil tað hava við sær eina altjóða fíggjarkreppu, sum flest allir partar av amerikanska samfelagnum vilja sleppa undan.

[object Object]

Hetta hendi í nátt, eftir at teir báðir leiðararnir høvdu tosað saman og í evstu stund kundu semjast um eina avtalu, sum forðar fyri eini álvarsligari fíggjarligari kreppu ikki bert í USA men kring allan heimin.

Báðir partar tvs. republikanarar og demokratar hava verið noyddir til at geva eftir á fleiri økjum, soleiðis at útreiðslurnar til nógvar vælferðarskipanir, sum Biden annars hevur fingið samtykt við sínum meiriluta í Senatinum, antin eru vornar strikaðar ella minkaðar. Tað hevur heldur ikki eydnast demokratunum at fáa álagt teimum ríkastu í USA ein hægri skatt. 

Enn er nógv at fáa uppá pláss, áðrenn avtalan kann endaliga leggjast fyri bæði Umboðsmannatingið og Senatið til atkvøðugreiðslu innan 5. juni. 

Stríð um gjaldsavtalu hevur leingi verið partur av amerikonskum politikki. Seinast hetta hendi var í 2011, tá tað eydnaðist høgravenda partinum av republikanska flokkinum, sonevnda Tea party at tvigja táverandi stjórnina til at gera stórar skerjingar í vælferðarskipanunum, og sum hevði við sær ógvuslig afturstig bæði á heilsu- útbúgvingar og granskingarøkjunum. 

Ein partur av Republikanska flokkinum serstakliga í Umboðsmannatinginum er hart ímóti at gera nakra sum helst avtalu við Biden, sum tey síggja sum størsta fíggindan hjá USA og vilja gera alt til tess at seta kílar í alt hann ger og stendur fyri. Umframt hesi roynir fyrrverandi forsetin, Donald Trump at leggja seg út í kjakið og hevur hann mælt til ikki at taka undir við avtalu um gjaldsloftið. -So fáa vit veruliga at síggja, hvat tað fer at merkja fyri USA. 

Keldur: Washington Post, CNN og E24

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder