2021-02-25 11:25

Seinnapartin í gjár var semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Talan er um nýggjar sáttmálar fyri navigatørar og maskinmeistarar við handilsskipum, harundir farmaskipum, ferðamannaskipum og skipum í frálandavinnu.
Sáttmálaskeiðið er tvey ár og karmurin um semjuna er 2,05 prosent fyrra árið og 1,25 prosent seinna árið.
Umframt generellu lønarhækkingina er yvirtíðargjaldið hækkað við 5 prosentum, viðbót til einameistarar er hækkað við 232 krónum og annar stýrimaður við veitingarskipum er innplaseraður í lønartalvuna.
Nýggju sáttmálarnir koma í gildi 1. mars 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald