Uttanlands

Senatið ógildar neyðrættarstøðuna hjá Trump

Ein meiriluti í amerikanska senatinum atkøddi í dag fyri at ógilda neyðrættarstøðuna hjá Trump

Donald Trump (Savnsmynd/EPA)

Donald Trump (Savnsmynd/EPA)

2019-03-14 20:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein meiriluti í amerikanska senatinum ógildar neyðrættarstøðuna hjá Donald Trump.

Tað skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.

Trump lýsti neyðrættarstøðu fyri at fáa fígging til ein múr á markinum millum USA og Meksiko.

Á atkvøðugreiðslu í dag, atkvøddu 59 fyri at ógilda neyðrættarstøðuna hjá Trump, meðan 41 atkøddu ímóti.

Republikanar hava meirilutan í senatinum, men umframt at allir demokratarnir atkvøddu fyri, atkvøddu 12 republikanar eisini við teimum.

Ein teirra, ið hevði boðað frá, at hann ætlaði at atkvøða fyri at ógilda neyðrættarstøðuna hjá Trump var fyrrverandi republikanska forsetavalevnið Mitt Romney.

Trump hevði áður sagt, at um hetta hendi, ætlaði hann at nýta vetorættin hjá sær. Og stutt eftir atkvøðugreiðsluna, skrivaði hann hesi stuttu boðini á Twitter.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder