Ein risastórur búskaparligur hjálparpakkitil fyritøkur og borgarar í USA er í morgun góðkendur í senatinum við breiðum meiriluta.
Hjálparpakkin á næstan 2.000 milliardir dollarar, skal hjálpa har USA er rakt fíggjarliga orsaka av koronavirus. Upphæddin svarar til umleið 14.000 milliardir danskar krónur.
Í nátt vórðu teir seinastu staklutirnir fingnir upp á pláss í senatinum. Nú skal pakkin viðgerast í umboðsmannatinginum. Tað hendir í morgin.
- Eg heiti á umboðsmannatingið um at góðkenda hesar týðandi lógirnar og senda tær víðari til mín til undirskrivingar uttan seinkingar. Eg fari at skriva undir beinanvegin, segði Donald Trump, forseti, í gjárkvøldið.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Steven Mnuchin, metir, at hjálparpakkin fer at kunna halda amerikanska búskapinum í gongd í umleið tríggjar mánaðir.
Hjálparpakkin er størsti slíki pakki í søgu USA, og er útslit av eini semju millum Hvítu Húsini, republikanararnar og demokratarnar.
Við í pakkanum er reiður peningur til amerikanskar skattaborgarar, fleiri hundrað milliardir dollarar í ískoyti og láni til smáar fyritøkur og vinnugreirar av serligum týdningi.
Pakkin hjálpir eisini sjúkrahúsum, ið hava tørv á útgerð, og víðkar stuðulin til arbeiðsleys.
Nýggj uppgerð frá John Hopkins University í Baltimore vísir nú, at upp móti 70.000 fólk í USA nú eru rakt av korona, og at yvir 1.000 fólk eru deyð við smittuni.
Í morgun okkara tíð vóru 69.018 staðfest smittað í USA og 1.042 deyð við smittuni. 616 fólk eru vorðin frísk eftir at hava verið sjúk.
Sostatt hevur USA triðhægsta talið av deyðum eftir Kina og Italia.
New York er staturin, ið er harðast raktur, í New York City eru 280 skrásett deyð við korona, skrivar Reuters.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald