Mentan

Send okkum mynd: Hvussu halda føroyingar jól

Øll sum senda mynd eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 2000 krónur frá 62N

Nøkur av starvsfólkunum á Portalinum

Nøkur av starvsfólkunum á Portalinum

2019-12-24 11:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvussu halda føroyingar jól.

Henda spurningin royna vit at fáa svar uppá í kapping í dag, jólaaftan. Vit heita á tykkum um at senda okkum eina mynd av hvussu tit halda jól. Kanska ert tú einsamallur ella kanska eru tit fleiri. Summi í fjálgari stovu, onnur til arbeiðis bæði á landi og sjógvi.

Til ber at senda umvegis Facebook Messenger her ella á teldupost til [email protected].

Kappingin er frá klokkan 16 í dag.

Í kvøld savna vit allar myndirnar saman í eina grein, og øll sum senda inn eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 2000 krónur. Drigið verður í jóladag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder