Uttanlands

Sendifólk úr USA aftur til Ukraina

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin og verjumálaráðharrin vitjaðu í gjár ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í Kyiv

Frá vinstru: Lloyd Austin, amerikanskur verjumálaráðharri, Volodymur Zelenskyj, forseti í Ukraina, og Antony Blinken, amerikanskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

Frá vinstru: Lloyd Austin, amerikanskur verjumálaráðharri, Volodymur Zelenskyj, forseti í Ukraina, og Antony Blinken, amerikanskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

2022-04-25 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken og amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum  Kyiv, har teir hittu ukrainska forsrtan, Volodymyr Zelenskyj og onnur embætisfólk.

Vitjanin varð fráboðað av Zelenskyj leygardagin, men ikki fyrr enn nú er tað váttað frá amerikanskari síðu, at ráðharrarnir hava fundast í Kyiv.

Hetta er fyrstu ferð, síðan Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, at USA hevur sent høgtstandandi embætisfólk til Ukraina, og á fundinum lovaðu amerikonsku ráðharrarnar, at fleiri amerikonsk sendifólk fóru at koma aftur til Ukraina hesa vikuna.

Tað upplýsir embætisfólk í amerikanska uttanríkismálaráðnum sambært Ritzau.

Tá sendifólkini koma aftur til Ukraina, fara tey í fyrsta umfari til vesturukrainska býin Lviv, men ætlanin er, at tey skulu flyta inn afur í amerikonsku sendistovuna í Kyiv. Higartil hava sendifólkini arbeitt úr Póllandi.

Á fundinum skal Zelenskyj eisini hava fingið at vita frá amerikonsku ráðharrunum, at USA ætlar at senda 713 milliónir dollarar (fimm milliardir krónur) afturat í hernaðarstuðul til Ukraina og onnur lond í Mið- og Eysturevropa.

Av hesari upphæddini eru 322 milliónir dollarar eykmerktar til Ukraina, meðan restin skal deilast millum Nato-londini og onnur lond, sum hava stuðlað Ukraina við týðandi hernaðarútgerð, síðan kríggið byrjaði fyri tveimum mánaðum síðani.

USA ætlar eisini at selja lóður til Ukraina fyri 165 milliónir dollarar, og sostatt hevur USA stuðlað Ukraina við tilsamans 3,7 milliardum dollarum síðan kríggið byrjaði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder