Innanlands

Sendistovu í Jerusalem: - Eitt av tí fyrsta vit fara at arbeiða við

Nýggja samgongan ætlar at seta fleiri sendistovur á stovn

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-14 15:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í samgonguskjalinum binda Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin seg til at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin. Eitt nú við at sendistovu í Ísrael Japan og øðrum londum.

Sendistovan í Ísrael verður eitt tað fyrsta, sum samgongan ætlar sær í holtur við. Tað segði Jenis av Rana, menta- og uttanríkismálaráðharri, á tíðindafundinum í morgun.

- Tað verður eitt av tí fyrsta vit fara at arbeiða við. Vit hava sendistovur í øllum heiminum, so hví ikki hava eina í Ísrael eisini. Ísrael er eitt av teimum mest framkomnu samfeløgunum innan nógv øki. Innan tøkni til dømis.

- Verður tað, so verður tað í Jerusalem, sjálvandi.

Spurdur um danir fara at blanda seg uppí hetta svaraði hann.

- Hví skulu teir blanda seg uppí tað? Lat okkum síggja.

Alt samgonguskjalið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder