Innanlands

Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja

Og sendistovan í London verður ómannað og røkt av sendifólkinum í Brússell. Landsstýrið skerjir uttanríkistænastuna og satsar upp á handilsframa.

Sendistovan í Tel Aviv verður nú afturlatin (Savnsmynd: Uttanríkisráðið)

Sendistovan í Tel Aviv verður nú afturlatin (Savnsmynd: Uttanríkisráðið)

2026-09-30 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av sparingunum á fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum, sum varð lagt fram í dag er, at sendistovurnar í Moskva í Russlandi og Tel Aviv í Ísrael, verða stongdar.

Uttanríkistænastan verður umskipað og lagað til neyvt valdar raðfestingar, so orka og førleikar í størri mun verða savnað um Norðuratlantshav og Arktis, og um teir høvuðsmarknaðir, sum hava størstan týdning fyri føroyskan handilsframa og útflutning, skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið í tíðindaskrivi í dag.

Handilsframin skal fremjast gjøgnum Export Faroe Islands, sum verður styrkt og skal virka sum ein felags pallur, har vitan, førleikar og netverk verða knýtt saman í skipaðum samstarvi við vinnuna. Í hesum samstarvi verða marknaðir eyðmerktir, har mett verður, at føroyskt vinnulív hevur serligar møguleikar. Orkan verður savnað um hesar marknaðir, og arbeitt verður miðvíst við ítøkiligum átøkum, sum skulu skapa betri fortreytir fyri føroyskan útflutning.

Á fíggjarlógini verða 2 milliónir krónur settar av til Export Faroe Islands, og ætlanin er at økja játtanina komandi árini.

Sum liður í umskipanini verða tillagingar eisini gjørdar í føroyska sendistovunetinum, meðan Heimatænastan verður styrkt, skrivar uttanríkisráðið. Umframt at lata sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv aftur, so er avgerð tikin um, at sendifólkið til ES í Brússel eisini verður sendifólk til Bretlands, og sendistovan í London harvið ikki fær egið sendifólk.

Umskipanin av Uttanríkistænastuni merkir, at arbeiðið verður meira málrættað, og handilsframi, marknaðaratgongd og føroyskur útflutningur fáa ein týðiligari leiklut, skrivar uttanríkisráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder